Malan Marnersdóttir greiddi frá virksemi felagsins í farna ári, og Julianna Klett legði fram góðkendan og grannskoðaðan roknskap.

Fyri vali til nevndina stóðu Katrin í Gongini og Malan Marnersdóttir.

Katrin varð afturvald, Malan tók ikki við afturvali og Annika Marr Poulsen stillaði upp og varð vald við lógvabresti.

Súsanna Danielsen varð vald fyrri tiltakslimur, og Malan heldur fram sum annar tiltakslimur.

Nevndin hevur skipað seg við Hilmari Høgenni sum formanni, Pál Weihe sum næstformanni, Anniku Marr Poulsen sum skrivara, Juliannu Klett sum kassameistara og Katrin í Gongini sum netstjóra.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here