Góðu limir í Listafelagnum,

Ársins fyrsta útferð/vitjan verður leygardagin 17. november.

Vit fara at síggja nýggja ráðhúsið í Eysturkommunu í Norðagøtu. Arkitekturin handan húsið, Ósbjørn Jacobsen, tekur ímóti okkum kl. 13 og fer at greiða frá. Síðani vitja vit Bátasavnið í Leirvík kl. 15 og her tekur Petur Martin Petersen ímóti okkum og greiður frá listini hjá Jóannis Kristiansen. Aftaná fara vit til Fuglafjarðar at síggja myndasavnið hjá Petur Martini. Væntandi fara vit heim aftur um sekstíðina.

Túrurin kostar 150 krónur fyri hvønn. Tit kunnu melda tykkum til túrin við at senda Katrini í Katrin í Gongini ein teldupost, sum er gongini@mac.com. Havi reiðan pening við tá tit koma á Skálatrøð kl. 12 (tætt við Steinprent), har bussurin stendur. Fyri at kunna bíleggja røttu buss-støddina, mugu tit siga frá í seinasta lagi hóskvøldið 15. nov.

vegna nevndina
Katrin í Gongini

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here