Ólavsøkuframsýningin 2013

0
108

“Føroyingar sum her nú koma saman”

Við steinprentinum “Hjólveldi” hjá Tóroddi Poulsen frá 2005 fær tann tóma vertskapsnationalisman eitt spískt men kerligt nefs. Myndin verður brúkt sum støði undir Ólavsøkuframsýningini 2013, sum Kinna Poulsen kuraterar. Ólavsøkuframsýningin 2013 verður merkt av kærleika og speisemi, av yrkis- og áhugalist, hon verður bæði favnandi og smøl, djúp og breið og fer at fevna um alt millum himmal og jørð sum føroyingar nú kunnu finna uppá av myndlist. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru vælkomin, bæði gomul og ung. Ólavsøkuframsýningin 2013 er skipað í tveimum pørtum sum ein partvíst kuraterað og partvíst sensurerað framsýning. Boðin við eru m.a. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent og Hansina Iversen Jóhan Martin Christiansen. Hetta eru listafólk, ið borga fyri høgari listarligari góðsku og listarligum fjølbroytni við teirra verki, sum fevnir um tað besta, vit eiga av føroyskari málningalist, figurativari og nonfigurativari, konseptlist, tekstillist, videolist og grafikki, sum skal setast saman við einum úrvali av tí, sum sent verður inn til framsýningina. Øll eru vælkomin at senda inn verk, einasta krav er, at verkini eru tveydimensionel og klár at heingja upp. Sendið eina mynd av tykkara verki í uppskoti til Ólavsøkuframsýningina 2013 til kinna.poulsen@skulin, viðmerk í yvirskriftarteiginum: Ólavsøkuframsýningin 2013 og viðmerkið í meylinum: Heiti á myndunum, tøkni, árstal, umframt navn og bústað + telduadressu hjá persóninum, sum hevur gjørt avvarðandi verk. Freist at senda inn uppskot er 14.juni.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here