Ársaðalfundarfrágreiðing formansins

0
428

Ársaðalfundarfrágreiðing formansins
Ársaðalfundur 16. august 2008

Aðalfundurin var innkallaður at vera í juni, men mátti útsetast. Hesin a var lýstur í bløðunum tann 25. juli.

Nevndin
Á aðalfundinum í fjør stóð Annika Marr Poulsen. Hon bar seg undan afturvali og Jóannes Lamhauge valdur í nevndina í hennara stað. Nevndin skipaði seg á nevndarfundi við Maluni sum forkonu, Hilmari sum kassameistra, Katrin sum skrivara, Marjun og Jóannesi sum nevndarlimum.

Nevndarfundir í farna ári
Tað hava verið 10 nevndarfundir, í 2007: 23.6., 5.9., 20.10., 8.11., 7.12. og í 2008: 5.1., 5.4.,13.6., 1. og 15.8.

Tiltøk
Ætlaða tiltakið saman við Konsertfelagnum, ein konsert við bólkinum Biedermeier tann 28. oktober, var tíverri av ongum vegna brádliga sjúku.

Saman við Felagnum Føroysk Myndlistafólk og Fróðskaparfelagnum skipar felagið fyri listasøguligari fyrilestrarrøð í fimm pørtum. Teir tríggir partarnir – tað eru trý vikuskifti við fyrilestrum frá kl. 10 til kl. 16 – eru farnir aftur um bak, tey seinastu verða í heyst. Røðin fevnir um evropeiska list frá elstu til okkara tíð. Tiltakið hevur fingið stak góða undirtøku frá eldhugaðum luttakarum og góðum stuðlum, sum eru: Mentanargrunnur landsins, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways og feløgini sjálv.

Felagið skipaði fyri ferð til Santa Pætursborgar við 30 limir saman við ferðaskrivstovuni Akademisk Rejsebureau. Ferðaleiðari á ferðini var Katja EkaterinaVolovelskaja, sum er úr S. Pætursborg og kundi benda okkum á nógv áhugavert, konsertir, ballett og opera. Tað setti serligan dám á ferðina, at alt ferðalagið var boðið á vitjan heima hjá foreldrum hennara.

Ólavsøkuframsýnginin 2007
Úrslit 100.700 kr. og stak nógva og góða umrøðu. Úti við 1.500 fólk vitjaðu framsýningina á ólavsøku, til samans sóu eini 2.500 fólk hana.
Endamálið við framsýningini Slóarblóð var at sýna fram tað, sum ung við listaligum gávum takast við. Summi eru komin rættiliga væl áleiðis at gerast listafólk, onnur leita eftir rætta miðlinum ella royna heilt einfalt.
Nevndin heitti á Jóannes Lamhauge og Heiðrikur á Heygum og bað teir stíla fyri framsýningini. Undir heitinum Slóarblóð (sló er beinið inn í horni, sum tað sjónliga hornið veksur uttaná) gjørdu teir eina samfelagsroynd, har dyrgt varð eftir einum ávísum ættarliði av listafólkum. Teir vildu fáa fram tað forvitnisliga og óstýriliga, sum rørdist í “undirgrundarlistini millum tey ungu. Framsýningin vísti, at ungu listafólkini eru partur í globaliseringini, tey eru eitt fíntunað og breiðbandsættarlið, sum hevur heimsins bestu útbúgvingarmøguleikar og vilja gera mun”.
Felagið er sera takksamt fyri framúrskarandi avrik teirra.

Ólavsøkuframsýningin 2008
Farið varð undir at fyrireika hana í september 2007 og eftir orðaskifti á nøkrum nevndarfundum um ymsar møguleikar varð í desember gjørt av at heita á Kirsten Justesen um at skipa fyri henni. Brynhild Næs Petersen, stud.mag. í listasøgu, hevur gingið henni til handa.
Framsýningin fekk heitið Skitsan. 26 listafólk sýndu fram. Framsýningin læt sum vant upp ólavsøkuaftan, men hevur verið opin nógv longri enn vant, heilt fram til 17. august.
Ólavsøkuframsýningin í ár fekk tíverri ikki eins góða undirtøku sum í fjør. Eini 500 vitjaðu hana á ólavsøku og úrslitið av henni er ikki uppgjørt enn.
Framsýningin var kanska nakað serstøk. Hon setur øðrvísi krøv til áskoðararnar og bjóðar vanligu listafatanina av, eitt nú viðvíkjandi hvat kann vera at síggja á eini listaframsýning. Vanliga verða skitsur ikki sýndar fram – og um tær verða tað er tað aloftast fyri at bera saman upprit og endaligt verk. Á Ólavsøku¬framsýningini í ár var endamálið at geva áskoðaranum høvi til at kaga inn hagar ið tann listaliga skapanartilgongdin fer fram.
Prentaðu fjølmiðlarnir hava umrøtt framsýningina. Samrøða var við Kirsten Justesen í bløðunum og útvarpinum, men sjónvarpið gjørdi ikki ta stóru ólavsøkusendingina, sum tað hevur gjørt í nógv ár, og sum plagdi at umfata vitjan á Ólavsøkuframsýningini.
Nevndin heldur sjálv, at framsýningin er forvitnislig og í mongum førum vísir, hvat listaáhugað kunnu hava í væntu.

Heimasíða
Felagið fekk sína egnu heimasíðu í vár. Fyrsta stig tikið á nevndarfundi í september, bíløgd frá felagnum Knassum í januar. Vit fara at vísa úrslitið fram um eina løtu. www.listafelag.fo. Jóannes Lamhauge er netstjóri.

Listasøgulig fyrilestrarøð
Felagið hevur í farna árið saman við Føroyskum Myndlistafólkum og Fróðskaparfelagnum skipað fyri fyrilestrarrøð, har Mette Wivel, mag.art. í listasøgu, hevur havt fimm vikuskifti við fyrilestrum um list frá fornari tíð til inn í 19. øld. Felagið hevur stuðlað tiltakinum við 15.000 kr. Tveir teir seinastu fyrilestrarnir um list hesi seinastu 150 árini verða í heyst.

Umsóknir um stuðul
Felagið hevur latið stuðul til listaliga útbúgving á Holbæk Kunsthøjskole hjá Jóhan Martin Christiansen og til tvær bókaútgávur: um Sigrun G. Niclasen og um Astrid Andreasen.

Keypt verk
Á Ólavsøkuframsýningini í 2007 keypti felagið fotoverk “Uttan heiti” eftir Anniku á Lofti og máln¬ingarnar “Hin síðsti” eftir Jóannes Lamhauge og “Kvinna við vesikummu” eftir Erlu Maritu Askham.

Á Heystframsýningini 2007 keypti felagið timburstandmyndina “Maaneens Duer” og í Gallarí Focus “Vindurin blæsur har sum hann vil” eftir Anker Mortensen.

Á framsýning í Listasavninum við verkum hjá Inga Joensen keypti felagið tvær fotomyndir, “Andalusia” og “Grágæs”.

Á framsýning hjá Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen í Listasavninum í januar 2008 keypti felagið málningin “Omma”.

Felagið keypti tvær myndir eftir Philippe Carré á framsýning í Gallari Focus og á Vár¬fram¬sýningini 2008 keypti felagið grafiska verkið “Strika”, sum er sett saman av fimm grafiskum bløðum og ein¬um kassa við sandi. Listamaðurin er Oggi Lamhauge.

Á Ólavsøkuframsýningini í ár hevur felagið keypt fimm tár eftir Anniku á Lofti.

Nýggjur faldari
Felagið hevur fingið nýggjan snotiligan faldara.

Framtíð
Nevndin er farin at umhugsa næstu Ólavsøkuframsýning og at kanna nýggjar ferðamøguleikar. Seinastu tvey fyrilestrarvikuskiftini við Mette Wivel, listasøgufrøðingi, verða í september og november.
Harafturat arbeiðir sitandi nevndin við fleiri hugskotum.