Ársfundarfrágreiðingin fyri 2009

0
434

Ársfrágreiðing til aðalfundin 20. februar 2010

Á seinasta aðalfundi 27. juni 2009 vórðu Katrin í Gongini og Malan Marnersdóttir afturvaldar,
Malan helt fram sum forkona og Katrin sum kassameistari.

Eftir viðtøkunum skal ársaðalfundurin vera hildin, áðrenn juni mánaður er úti. Í ár halda vit
aðalfundin nú í februar, tí at nevndin eftir áheitan frá kassameistaranum heldur tað vera skilagott
roknskaparárið fylgir álmanakkaárinum.

Nevndin hevur havt 6 nevndarfundir í farna ári: 11. og 19. august, 8. september, 3. og 13. desember,
23. januar og 15. februar.

Ólavsøkuframsýningin 2009
Ólavsøkuframsýningin 2009 eydnaðist væl. Hesa ferð var framsýningin skipað undir yvirskriftini
landslag.fo, og hon umfataði 91 verk. Ólavsøkuframsýningin er høvuðsinntøkukelda felagsins við
síðuna av limagjaldinum. Tí er tað at fegnast um, at selt varð fyri yvir kr. 100.000 á ólavsøku.
Framsýningin var væl vitjað, úti við 1.300 fólk keyptu atgongumerki. Avgjørt varð tó, at fleiri
hendur mugu vera um fyrireikingarnar næstu ferð.

Arvur
Janus Kamban, myndahøggari og fyrsti fyristøðumaðurin í Listaskálanum, doyði í mai í fjør. Hann
hevði skrivað testamentið, sum ognar Listafelagnum húsini, fyri at tey skulu verða rikin sum listafólkabústað.
Tá ið búgvið er uppgjørt, yvirtekur Listafelagið ognina og skal skipa virksemið.

Ferð til Barcelona
Felagið skipaði fyri ferð til Barcelona í desember mánaði. Fjúrtan limir vóru við, nøkur noyddust í
at avlýsa ferðina í seinastu løtu. Í Barcelona høvdu vit dugnaligan ferðaleiðara, og vit vóru væl
upplýst um tann serstaka arkitekturin hjá Antoni Gaudi, Lluís Domènech i Montaner og ørðum,
sum blómaði í býnum í 1920-30-árunum.

Tá vit vitjaðu Olympiska stadion frá 1992, komu vit fram við tiltikna modernistiska húsinum hjá
Mies van der Rohe, sum varð bygt til týsku deildina á heimsframsýningina í 1929, tikið niður og
síðani endurskapað í 1985.

Vitjað varð á Picasso-savninum og tjóðarsavninum. Har høvdu tey m.a. savnað
romanskar og gotiskar kálkmálningar úr smáum bygdakirkjum uppi í fjøllunum, fyri at tær ikki
skuldu farast. Apsisini, teir partarnir av kirkjurúmunum, har málningarnir høvdu verið, vóru
rekonstruerað, og tað var í sjálvum sær stak áhugavert at síggja. Ein dag vóru vit við flogfari aftur
og fram til Bilbao fyri at vitja Guggenheim-savnið har. Arkitekturin Frank Gehry hevur teknað hetta
sjáldsama hús, sum ikki hevur nógvar beinar linjur og rættar vinklar, men er kúput, runt og hevur
langar sveiggjandi linjur.

Fyri summi var Guggenheim í Bilbao hæddin á ferðini og alla ferðina vert. Á heimasíðuni hjá
felagnum eru myndir frá ferðini at síggja.

Veðrið var hampuligt, men jólaaftansdag regnaði sera illa á ferðini, vit gjørdu til
Montserrat klostrið. Útferðin var kortini ikki so illa eydnað, tí tá vit komu fram, fingu vit at vita, at
dreingjakórið, sum vit annars høvdu fingið at vita skuldi vera farið í jólafrí, sang. Tað er eitt gott
upplivilsi. Jóladag var frálíkt veður í Barcelona. Sól og so lýtt, at tað bar til at eta morgunmat uttandura
á strondpromenaduni.

Stuðul
Felagið hevur stuðlað bókaútgávunum hjá Listasavninum: Bókina um Ingálv av Reyni, sum Mikael
Wivel hevur skrivað, og til bókina um Fridu Zachariassen, sum savnið hevur framsýning við seinni
í ár.

Listafelagið hevur m.a. til endamáls at stuðla listasøvnum í Føroyum. Á nevndarfundi í januar
samtykti nevndin at stuðla Sandoyar Listasavnið við 15.000 kr.

Keypt verk
Maðurin í Stólinum eftir Astrid Macdonald fyri kr. 8.000, og 3-D Lítla Dímun eftir Ole Wich.
Prísurin fyri kr. 25.000.

Listafelagið og Listasavnið
Listafelag hevur frá fyrstan tíð havt til endamáls at keypa føroyska list og at fáa til vegar føroyskt
listasavn. Bæði endamálini eru rokkin, tað seinna fyri 40 árum síðani. Síðani hevur Listafelagið
verið stuðulsfelag hjá savninum, tað hevur latið savninum, tvs. landinum allar fastar ognir –
grundstykki, bygning og listaverk. Listafelagið hevur, síðani nýggja savnið var tikið í nýtslu, valt
ein lim í stýrið fyri savnið. Í løtuni er tað Árni Winther, arkitektur.
Vit hava frætt, at tað er í umbúna at umskipa øll søvnini í landinum og kanska fáa tey
saman í ein stovn. Listafelagið er sera áhuga í hesum spurningi og hevur vent sær til Mentamálaráðið
og hevur biðið um at vera kunnað og fáa at vita, hvørjar ætlanir aðalráðið hevur fyri Listasavnið
og fyri leiklut Listafelagsins.

Malan Marnersdóttir, forkona
20. februar 2010

Her er ársfundarfrágreiðingin fyri 2009 sum pdf fíla.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here