Fimm framfús listafólk – Annika á Lofti á Tvøroyri

0
472

Í samstarvi við Gallarí Oynna letur Listafelag Føroya framsýning upp summarmáladag, 14 apríl, kl. 17.

Tann fyrsta framsýningin í framsýningarrøðini hjá Listafelagnum í sambandi við 70 ára dagin er nú komin til Tvøroyrar. Tað er forvitnisliga framsýningin hjá Anniku á Lofti, sum hevur verið í Havn og í Klaksvík.

Annika á Lofti er sera ágrýtin í royndum sínum at bjóða listini av og seta spurnartekin við, hvat list er og hvar list hoyrir heima. Hon hevur sýnt fram á listafram­sýningum í Føroyum og uttanlands síðani 2003. Umframt nógvar Ólavsøkuframsýningar og Summar­framsýning í Norðurlandahúsinum, hevur hon sýnt fram á Listasafn Reykjavíkur, í Ráðhúshøllini og á Ny Carlsberg Glyptotekinum í Keypmannahavn, á Leopold Museum í Wien og á Universität der Kunst í Berlin.

Annika á Lofti (f. 1983) hevur BA-prógv í list frá Listaháskúla Íslands, hon hevur lært til fotograf Tekniska skúlanum i Keypmannahavn og á Danmarks fotografiske billedkunsskole. Hon hevur eisini undirvíst ungum í list i Heinesenshúsi í Havn.

Endurskin
Evnið í hesi framsýningini hjá Anniku á Lofti er reflektión – endurvarp, afturvarp, afturkast o.t.
Ljós, sum verður varpað aftur sum endurskin og skygging. Spegilsmynd bæði í beinleiðis og í fluttari merking sum mynd og hugsan. Annika hevur einans arbeitt við klárum tilfari á myndunum til hesa framsýing og í tí sæst “einki”. Men reflektiónin frá glasinum á bakgrundina er sterk og klár. Hon kennir seg aftur í hesum á tann hátt, at hon sker so nógv burtur, sum hon fær soleiðis at eitt sindur er eftir. Tað minnir um tárini, hon gjørdi fyri fáum árum síðani

Listasavnið eigur trý hologramm frá 2007 og 2008 eftir hana. Tey bæði verkini eftir Anniku, sum Listafelagið eigur, eru í varðveitslu á Listasavninum. Tey eru enn eitt hologramm (2007) og Tár (2008).

Framsýningarrøðin
Hinar fýra framsýningar í sambandi við 70árahaldið hjá Listafelagnum eru við ungu og framfýsnu listafólkini

Heiðrikur á Heygum, sum læt upp í Havn tann 1. apríl, fer til Klaksvíkar í mai og suður til Tvøroyrar í juni.
Marianna Mørkøre í Havn juni, í Klaksvík í juli og á Tvøroyri í august.
Sámal Blak í Havn í oktober, í Klaksvík í november og á Tvøroyri í desember.
Jón Sonni Jensen í Havn í desember, í Klaksvík í januar 2012 og á Tvøroyri í februar 2012.

Í Havn eru framsýningarnar við Snarskivuna hjá Havnar Kommunu, í Klaksvík í bókahandlinum og gallarínum Leikalund og á Tvøroyri eru framsýningarnar Gallarí Oynni.

Nevndin í Listafelag Føroya