Fyrilestur í Listaskálanum mikukvøldið kl. 19.30

0
352

Nils Ohrt fortelur um ‘Hirðarnir tilbiðja’ hjá Hugo van der Goes

Hugnalig samvera og góður matur er tað besta við jólunum hjá flestøllum í dag.
Eitt sindur til viks stendur jólaboðskapurin um, at Guð gjørdist menniskja fyri at geva okkum
øllum eina nýggja byrjan,
Hetta undur er kjarnin í einum av stóru verkunum í listini, Hirðarnir tilbiðja frá 1480 eftir niðurlendska málaranum Hugo van der Goes.

Mikudagin 27.11. kl. 19.30 fortelur stjórin á Listasavninum Nils Ohrt um
spennandi myndina sum verk og symbol.

Kaffi og smákøkur verða at fáa í steðginum.
Ókeypis atgongd og øll eru vælkomin.

Vinarliga
Listasavn Føroya