Gamalt felag sýnir unga list fram

0
412

Listafelag Føroya er 70

Fimm framfús listafólk1
Listafelag Føroya letur upp framsýning fríggjadagin tann 4. februar kl. 15 við Snarskivuna á Vaglinum í Havn

Hetta er fyrsta av fimm framsýningin í ár, sum Listafelag Føroya skipar fyri. Talan eru um fimm einframsýningar, sum byrja í Havn og fara til Klaksvíkar og Tvøroyrar. Hetta verður gjørt í sambandi við, at tann 23. mars eru tað 70 ár síðani, at Listafelag Føroya varð stovnað. Til tess at gera vart við virksemið hjá felagnum hesi mongu ár og gera tað á ein hátt, sum er til frama fyri list og listaáhugað í landinum verða framsýn­ingarnar um alt landið.

Annika á Lofti

Tann, sum leggur fyri, er tann ágrýtna Annika á Lofti, sum í royndum sínum bjóðar listini av og setur spurnartekin við hvat list er og hvar list hoyrir heima. Hon hevur sýnt fram á listafram­sýningum í Føroyum og uttanlands síðani 2003. Umframt nógvar Ólavsøkuframsýningar og Summar­framsýning í Norðurlandahúsinum, hevur hon sýnt fram á Listasafn Reykjavíkur, í Ráðhúshøllini og á Ny Carlsberg Glyptotekinum í Keypmannahavn, á Leopold Museum í Wien og á Universität der Kunst í Berlin.

Annika á Lofti (f. 1983) hevur BA-prógv í list frá Listaháskúla Íslands, hon hevur lært til fotograf Tekniska skúlanum i Keypmannahavn og á Danmarks fotografiske billedkunsskole. Hon hevur eisini undirvíst ungum í list i Heinesenshúsi í Havn.

Endurskin

Evnið í hesi framsýningini hjá Anniku á Lofti er reflektión – endurvarp, afturvarp, afturkast o.t.

Ljós, sum verður varpað aftur sum endurskin og skygging. Spegilsmynd bæði í beinleiðis og í fluttari merking sum mynd og hugsan. Hon hevur einans arbeitt við klárum tilfari og í tí sæst “einki”. Men reflektiónin frá glasinum á bakgrundina er sterk og klár. Hon kennir seg aftur í hesum á tann hátt, at hon sker so nógv burtur, sum hon fær soleiðis at eitt sindur er eftir. Tað minnir um tárini, hon gjørdi herfyri.

Listasavnið eigur trý hologramm frá 2007 og 2008 eftir hana. Tey bæði verkini eftir Anniku, sum Listafelagið eigur, eru í varðveitslu á Listasavninum. Tey eru enn eitt hologramm (2007) og Tár (2008).

Framsýningarrøðin

Framsýningarnar í sambandi við 70árahaldið hjá Listafelagnum umfatar avtalur við fimm ung listafólk. Hvør teirra sýnir fram í tríggjar mánaðar: ein mánað við Snarskivuna hjá Havnar Kommunu, ein í bókahandlinum og gallarínum Leikalund í Klaksvík og at enda ein mánað í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Ungu og framfýsnu listafólkini eru:

1 Annika á Lofti byrjar í Havn í februar, í Klaksvíkar í mars og á Tvøroyri í apríl.

2 Heiðrikur á Heygum í Havn í apríl, í Klaksvíkar í mai og á Tvøroyri í juni.

3 Marianna Mørkøre í Havn juni, í Klaksvíkar í juli og á Tvøroyri í august.

4 Sámal Blak í Havn í oktober, í Klaksvíkar í november og á Tvøroyri í desember.

5 Jón Sonni Jensen í Havn í desember, í Klaksvík í januar 2012 og á Tvøroyri í februar 2012.

Framsýningin Listafelagið 70-1 letur upp við Snarskivuna fríggjadagin 4. februar kl. 15.

Nevndin í Listafelag Føroya