Grafisk bløð til limirnar

0
494

Listafelag hevur fingið loyvi at endurprenta tveir linoliumsskurðir hjá Janusi Kamban: Starasvambl og Tinganes brennur. Harafturat hevur Jóna Rasmussen gjørt tvey koparprent Vetrarbeiti og Vetrarmorgun.

Við myndunum fylgir váttan fyri uppruna.

Prentini kosta 500 kr hvørt.
Gjaldið á konto hjá Listafelagnum í Eik banka 9181 795.068.5 og farið eftir tí á Listasavninum.

Postsending
Tey, sum vilja hava myndina senda, mugu leggja 20 kr. afturat fyri postgjald.
Minst til at tilskila navn, bústað og hvørja mynd tit vilja hava.