Nú byrjar onnur framsýningin í røðini Fimm framfús listafólk hjá Listafelagnum í sambandi við 70 ára dagin á Tvøroyri í forvitnisliga gallarínum Oyggin á Tvøroyri. Tað er framsýningin við tekningum eftir Heiðrik á Heygum sum byrjar har í morgin fríggjadagin 17. juni kl. 14-19.
Heiðrik á Heygum (f. 1983 í Havn) er listamaðurin, sum tey flestu kenna sum undangongumann í føroyskum tónleiki og filmslist.
Heiðrik hevur gjørt pallmyndir, teknað til barnabøkur umframt nógvar fløguhúsar.
Hann hevur verið við á alskins framsýningum. Einans 23 ára gamal stóð hann sjálvur annar fyri Ólavsøkuframsýningini í 2007. Síðsta ár skipaði hann fyri framsýningini Innrás í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Gallarí Oyggin
Tað er Palle Julsgart, sum eigur og rekur gallaríið saman við konuni Ebbu. Umframt egnar myndir, hevur gallarí Oyggin javnan serframsýningar, seinast Poul Skarðenni og nú Heiðrik á Heygum.
Umframt gallaríið sjálvt er stórur urtagarður við hópin av standmyndum og skemtiligum lutum, sum Palle hevur gjørt.