Johannes Itten og Árni Nicolajsen í Smiðjuni í Lítluvík

0
422

Tá eg var lærari á Kirkju, tók eg nógvar fotomyndir eisini av postbátinum og ferðafólki á keiini. Eg ætlaði at planleggja ein linoskurð í photoshop, men gjørdi ístaðin myndina lidna í telduni. Á framsýningini er hon í tveimum svørt-hvítum útgávum: onnur prentað (63 x 110 cm) og hin framkallað í umleið ein fjórapart stødd. Tær eru teknaðar á ein hátt, so tær minna eitt sindur um eina grafiska mynd.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg fimm andlitsmyndir í djúpprenti í lítlum formati. Tær sýnast at hoyra saman, so at siga at vera skildar hvør við aðra og eg helt, eg sá apostlarnar í andlitunum. Av onkrari grund endaðu myndirnar á eini hyll, men dagaðu so framaftur nú.

Johannes Itten (1888-1967) sigur í lærubók sína um litástøði: “Colors must have a mystical capacity for spiritual expression without being tied to objects.” Mær hevur altíð dámt litir, gjarna panglitir, og tá eg las um arbeiðið hjá Johannes Itten, fór eg at spæla við litum í non-figurativum myndum, í hesum førinum sirklar á fýrakantum. Á framsýningini eru 20 myndir (31 x 41 cm) við fýra sirklum í hvørjum og 10 smærri myndir (11 x 11 cm) við einum sirkli. Sirklarnir eru býtir upp í størri og smærri partar við ymsum litum og bakgrundsliturin er eisini ymiskur frá mynd til mynd. Á framsýningin í fjør hevði eg gjørt tríggjar litmyndir í photoshop, sum blivu framkallaðar. Hetta var bert ein roynd og eg hugsaði nógv um, hvussu hetta fór at vera móttikið. Men tað gekk væl. Ætlanin hevði annars verið, at gera skitsuna í photoshop og so mála myndina út frá hesu, men eg helt at skitsan riggaði betri enn málningurin, so eg fekk framkallað tað talgildu myndina. So sirklarnir eru eisini teknaðir í photoshop og í ár vóru talgildu myndirnar prentaðar í staðin fyri at blíva framkallaðar. Men um tær so hava gátuføra eginleikan at skapa andalig úttrykk, mást tú heldur sjálv/ur koma og meta um.

Listaframsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 16. til og við týsdagin 20. august, allar dagar kl. 14-18.