Limaútferð!

0
457

Leygardagin 22. mai stílar felagið fyri limaútferð at vitja listafólk. Fyrst verður farið til Eiðis, har vit vitja Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen í ateljerinum. Síðani verður hildið fram til Edward Fuglø í Klaksvík, sum nýliga hevur tikið nýtt ateljer í nýtslu. Fráferð kl. 10 frá Listasavninum. Kostnaðurin er 300 kr. Tekning í seinasta lagi mikudagin tann15. mai kl. 16 við t-posti til malanm@setur.fo ella hjá kassameistara felagsins tlf. 311744 við upplýsing um navn, telefon og teldupost. Í minsta lagi 20 mugu tekna seg. Nevndin ——