Ólavsøkuframsýningin 2008

0
463

Endamálið við Ólavsøkuframsýningini í ár er at vísa fram samtíðarlist, sum vísir frameftir.

Framsýningin

Skitsan er eitt visuelt ríkidømi, sum eingin sær, tí tað verður gjørt, áðrenn verkið verður gjørt. Skitsan er tað fyrireikandi uppritið, kanningar og leys hugskot, sum kanska ongantíð fáa form. Hugsað verður um royndir við tilfari, rannsóknir av ymsum slag, mynstur, ramsur og staklutir á pappíri, sum kanska hava verið støði undir verki og siga frá heims- og listafatanini hjá listafólkunum, meðan tey arbeiða við at granska lívið. Á henda hátt vísir skitsan altíð frameftir, antin til verk, sum eru gjørd, ella til verk, sum kanska verða gjørt. Ella skitsan liggur sum ein støðug avbjóðing og áminning um at loysa tey formligu krøv, sum listin setur.

Framsýningin hevur í ár heitið Skitsan, og tað er danska listakvinnan Kirsten Justesen, sum skipar fyri framsýningini saman við Brynhild Næs Petersen. Koreografisk skitsa

Ólavsøkuaftan tann 28.7. kl. 17 greiðir Kirsten Justesen frá arbeiðinum við framsýningini. Í framhaldi av tí verður framførsla hjá Ránnvá Káradóttur og MARMAR, sum kallast Memotekið og er ein koreografisk skitsa.

Kuratorar

Í ár hevur Listafelagið heitt á Kirsten Justesen um at gera Ólavsøkuframsýningina. Kirsten Justesen er kend m.a. fyri verkið Melting Time og hevur skipað fyri framsýningum víða hvar, eitt nú í Århus og New York. Í løtuni eru verk hjá Kirsten Justesen at síggja á framsýningini “Socle du Monde” á Herning Kunstmuseum; “Kunst som idé” á Fotomuseet Brandts í Odense; “Zone”, Chelsea Art Center í New York og “Famakoncerten” á Danmarks Keramikmuseum. Til framsýningina “64 sysler og samlinger” á Kvindemuseet í Århus, sum er eitt framúrskarandi katalog givið út við sama heiti. Sí annars: www.kirstenjustesen.com

Brynhild Næs Petersen er úr Fuglafirði. Hon er BA í listasøgu og lesur nú visuella mentan til MA. Í fjør setti hon framsýningina Natúr­lig­vís saman fyri Norðurlandahúsið.

Ólavsøkuframsýningin

Í fjør gjørdi Listafelagið av at royna nýggjar leiðir við Ólavsøkuframsýningini. Í mong ár var tað ein sensurerað framsýning, sum øll kundu senda inn til. Hesi seinnu árini eru nógv onnur framsýningar­tiltøk komin, m.a. Várframsýningin, har fólk kunnu sýna fram á fyrsta sinni og samstundis søkja um upptøku í felagnum Føroysk myndlistafólk. Áhugin fyri at senda inn til Ólavsøkuframsýningina broyttist, og tí gjørdi Listafelagið av at endurnýggja ólavsøkutraditiónina.

Tað eru 60 ár síðani fyrsta Ólavsøkuframsýningin var í Havn. Endamálið er enn sum áður at vísa fram tað nýggja, og tað sum ber framá í myndlistini her á landi.

Listafelagið varð stovnað í Keypmannahavn í 1941 og flutti heim, tá ið seinni heimsbardagi var av. Felagið skipaði fyri fyrstu Ólavsøkuframsýningini í 1948, og frá fyrst í 1950-árunum hevur hon verið fast tiltak á ólavsøku. Hon hevur verið í fimleikahøllum, handilshølum og eitt árið í Norðurlandahús­inum.

Listafelagið bygdi Listaskálan í Gundadali, og síðani 1970 hevur Ólavsøkuframsýning, sum vituligt er, verið har. Undantikin tvey ár, meðan Listasavnið varð bygt í framhaldi av Listaskálanum. Síðani 1993 hevur Ólavsøkuframsýningin húsast í Listasavninum.

 

Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan, 28. juli, kl. 14.

  • opið er: ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 14-20

Ólavsøkuframsýningin er opin til og við sunnudagin 17. august:

  • mánadag-fríggjadag kl. 11-17
  • leygar- og sunnudag kl. 14-17

Vælkomin á Ólavsøkuframsýning 2008!