Listafelagið bjóðar til Ólavsøkuframsýning 2009 við heitinum:
avmyndan, umskapan, avskapan
Øll listafólk eru væl komin at senda inn verk, sum skulu vera innkomin á Listasavnið, oman Viðarlund, í seinasta lagi tann 15. juli. Listafelagið setur eina úrtøkunevnd, sum setur framsýningina saman burtur úr innkomnu verkunum.