Ólavsøkuframsýningin 2010

0
513

Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavninum. Í ár er heitið: Toybil tiðnar * tánar * ornar – bráðnar Øll tøkni og snið hava áhuga. Verkini skulu latast inn á Listasavnið á Gundadalsvegi 9, P.O. Box 1141, FO-110 Tórshavn. Freistin at lata inn er fríggjadagin 16. juli kl. 16. Ólavsøkuframsýningin er søluframsýning. Listafólkini fáa 75% av søluprísinum. Listafelagið rindar fyri at senda aftur óseld verk úr útlondum. Nevndin í felagnum setur úrtøkunevndina. Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan tann 28. juli kl. 14. Eru ivamál er bara at venda sær til felagið við Maluni Marnersdóttur malanm@setur.fo