Ólavsøkuframsýningin 2011

0
484

Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavninum.

Nevndin hevur heitt á Anniku á Lofti og Jóhan Martin Christiansen um at velja millum innkomnu verkini.

Øll tøkni og snið hava áhuga. Listafólk, sum lata inn verk, ið krevja tøkni, mugu sjálvi hava ella fáa til vegar teldur, sjónvørpu, framvísarar o.a.t.

Tað er ein fyrimunur at at senda verk inn við talgildum myndum við upplýsingum um tøkni o.t. í seinasta lagi 1.juli til fyribils úrtøku.

til: olavsoka2011@gmail.com
Evstafreist at lata verk inn er fríggjadagin 15. juli kl. 16.

Verkini skulu latast inn á

Listasavnið,
Gundadalsvegur 9,
P.O. Box 1141,
FO-110 Tórshavn.

Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan tann 28. juli kl. 14.

Ólavsøkuframsýningin er søluframsýning. Listafólkini fáa 75% av søluprísinum.
Listafelagið rindar fyri at senda aftur óseld verk úr útlondum.

Spurningar viðvíkjandi framsýningini kunnu sendast til Maluna Marnersdóttur malanm@setur.fo