Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavninum.
Nevndin hevur heitt á Anniku á Lofti og Jóhan Martin Christiansen um at velja burtur úr innkomnu verkini: olavsoka2011@gmail.com
Øll tøkni og snið hava áhuga. Listafólk, sum lata inn verk, ið krevja tøkni, mugu sjálvi hava ella fáa til vegar teldur, sjónvørpu, framvísarar o.a.t.
Verkini skulu latast inn á Listasavnið, Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141, FO-110 Tórshavn.
Listafólk, sum hava serliga umfatandi verk og sum búgva uttanlands, kunnu senda inn talgildar myndir av verkum við upplýsingum um tøkni o.t. í seinasta lagi 1.julitil: olavsoka2011@gmail.com
Freistin at lata verk inn á Listasavnið í Gundadali er fríggjadagin 15. juli kl. 16.
Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan tann 28. juli kl. 14. Ólavsøkuframsýningin er søluframsýning. Listafólkini fáa 75% av søluprísinum. Listafelagið rindar fyri at senda aftur óseld verk úr útlondum.
Spurningar viðvíkjandi framsýningini kunnu sendast til olavsoka2011@gmail.com