Ólavsøkuframsýningin 2014

0
405

Hesa tíðina er tað ikki bara náttúran, ið spennir seg út í stórfingnari skapan, eisini listafólkini eru farin til verka, nú allar góðar listarligar kreftir skulu savnast til tess at skapa eina góða og áhugaverda Ólavsøkuframsýning. Kanska er føroyska undirgrundin ikki so full av olju, sum hildið varð einaferð, men hon er ikki tóm kortini, og kanska livir listarliga undirgrundin betri í Føroyum í løtuni enn hon hevur gjørt leingi. Hon nørist eftir øllum at døma av kjakinum og av áhaldandi ónøgdini millum fólk, antin tað snýr seg um ymsar politiskar avgerðir ella um arbeiðið hjá fjølmiðlunum. Sigast má, at samfelagskjakið er í hæddini og fáar tjóðir eru so óførar á facebook sum okkara. Vónandi fara verk á Ólavsøkuframsýningini eisini at elva til kjak, m.a. verkini, sum eru inspirerað av sangheitum hjá bólkinum 200 á fløguni Vendetta. Aftur í ár er talan um eina um somu tíð kurateraða og sensureraða framsýning, sum fevnir breitt um fleiri ymisk listasløg og crossover verkætlanir. Pláss er tó eisini til meira siðbundin innsløg t.d. eitt úrval av undurvøkrum grafiskum prentum hjá vegaranum, Janusi Kamban sála, sum testamenteraði hús síni í Havn til at vera virkandi listafólkabústaður. Hetta arbeiðið er loksins at enda komið, og møguligar inntøkur fyri áðurnevndu prentmyndir og skitsur fara til endaligu umvælingarnar av húsinum og tað merkir jú, at samtíðarlistafólk fara at njóta væl av hesum. Tað er enn sum áður Listafelag Føroya, ið skipar fyri Ólavsøkuframsýningini, og aftur í ár er Kinna Poulsen kurator. Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn fotomyndir av verkuppskotum til Ólavsøkuframsýningina 2014 saman við heitum, tøkni, stødd og evt. prísi. Framsýningin tekur evnisligt støði í sjálvari ólavsøkuni, sum fyri summi er meira ball enn tjóðarhátíð, meðan onnur ganga serstakliga høgt uppí tjóðskaparligt correctness, um eitt nú tjóðarbúnin verður viðfarin á rættan hátt. Men temaið er rúmligt, og vit taka fegin ímóti øllum verkum, ið hava okkurt uppá hjarta. Alt er ikki avgreitt enn, men millum luttakararnar á Ólavsøkuframsýningini verða m.o. Rannvá Kunoy, Bárður Jákupsson, Sámal Blak, Randi Samsonsen, Tóroddur Poulsen, 200, Sakaris Stórá, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Bárður Oskarsson, Sissal Kampmann, Claus Carstensen og Janus Kamban. Harumframt eru øll hjartaliga vælkomin at senda inn verkuppskot til Ólavsøkuframsýningin 2014. Sendið fotomynd av tínum uppskotum til olavsokuframsyningin2014@gmail.com seinast 6.juli. Ólavsøkuframsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan, 28.juli klokkan 15.00