Listafelagið verður stovnað
Listafelagið varð stovnað í Keypmannahavn tann 23. mars í 1941. Felagið er við øðrum orðum eitt krígsbarn. Stovnararnir vóru fólk, sum vóru stødd í Danmark m.a. í útbúgvingarørindum og sum knappliga ikki sluppu heim til Føroya. Sambandið var kvett, tá ið týski herurin hertók Danmark tann 9. apríl og bretski herurin Føroyar tann 13. apríl 1940.
Víða hvar elvdi krígsstøðan til tjóðskaparligar hugsanir og tjóðskaparlig tiltøk. Millum føroyingar í Danmark var henda tvingaða útlegd ein atvold til, at serligur tjóðskaparligur útisetahugburður mentist. Endamálsorðingin hjá Listafelagnum ber boð um nakað av hesum:
at gera og nøra um eitt føroyskt listasavn við at keypa føroysk listaverk, sum nevndin ætlar hava varandi virði.
Fundurin var hildin á sjúkrahúsinum í “De gamles By”, sum bendir á, at tað var H. D. Joensen, sum hevði skipað fyri, tí í 1940-41 starvaðist hann har. Á stovnandi fundinum vóru fjúrtan fólk, og limirnir, sum vórðu teknaðir á fundinum, vóru 24 í tali. Tíggju hjún eru uppskrivað í fundarbókina á tann hátt at maður stendur við fullum navni og konan í fleiri førum, sum siður var tá, er nevnd frú og eftirnavnið á manninum. Glopp er millum “frú” og eftirnavnið sum um ætlanin hevur verið at seta fornavnið inn: