Fyrilestur við Nils Ohrt, fyrrverandi stjóra á Listasavni Føroyar
Hóskvøldið 3. oktobur kl 20
Hetta er fyrsti fyrilestur í einari røð av tiltøkum, íð Listafelag Føroya skipar fyri í
samstarvi við Listasavn Føroya
Ingálvur av Reyni var ongantíð bangin fyra at endurnýggja seg.
Tann ógvisligasta brotingin í listini hjá Ingálvi av Reyni hendi tó í 1961, tá hann næstan
fullkomiliga fór búrtur fra myndevnum, íð kunnu kennast aftur. Eisini var tað av týdningi, at hansara higartil sterku andstøðulitir nú vórðu skiftir út við dempaðar, næstan svartar myndir.
Sjálvt um Ingálvur av Reyni seinni í lívinum tók frástøðu frá sínum litsterku málningum frá1950únum, teljast teir millum nakrar av teimum sterkastu og djarvastu myndunum í føroyskari list yvirhøvur. Harafturat eru málningarnir partur av einum miðsavnandi fyribrigdi í nútímans, evropeiskari list, nevniliga litinum, sum verður leysur frá náttúrueftirlíking. Tað er tann søgan, sum fyrilesturin fer at snúgva seg um.
Hjartaliga vælkomin til hettar tiltak hjá Listafelag Føroya og Listasavni Føroya.