Gomlu gerðabøkur felagsins teldutøkar
Listaskálin
At tey, sum stovnaðu Listafelagið høvdu visiónir vísir henda greinin í viðtøkunum:
Allir lutir felagsins skulu fyribils goymast á “Føroya landsbókasavni” (Færøamtsbókasavni). Áðrenn hetta kann fást í lag, skal nevndin útvega lutunum goymslu. Tá regluligt samband fæst við Føroyar, skal nevndin boða til aðalfundar.
Felagið skal, tá tað hevur fingið fíggjarliga megi til tess, stovna eina listagoymslu í Tórshavn, har allir lutir felagsins skulu goymast.
Tað tók mong ár – 29 – til ein listagoymsla var bygd í Havn, men tað er hinvegin prógv um arbeiðssemi og trúskap. Málið var ongantíð slept og tann 21. februar 1970 var Listaskálin vígdur og tikin í nýtslu.
Støðið undir Listasavninum
Listaskálin er støðið, sum Listasavn Føroya varð reist á. Eisini tað í beinleiðis ogfluttari merking. Tí Listasavnið varð bygt upp í Listaskálan, og tá ið savnið var liðugt handaði Listafelagið landinum skálan og listaverkini í honum. Eisini grundøkið hevur Listafelag latið savninum, tvs. Føroya landi.
Privatur eldhugi
Listasavnið byrjaði eins og Fornminnissavnið og Fróðskaparsetrið, bara fyri at taka tvey onnur dømi, sum áhugafeløg. Tað vóru eldhugað fólk, sum stovnaðu og mentu virksemið í felagnum til tess, at landið skilti, at tað var neyðugt hjá eini modernaðari tjóð at hava eitt søguligt museum, eitt listamuseum og eitt universitet. Hesi tiltøk vóru 20. aldar tjóðarbyggjandi tiltøk niðanífrá, bottom-up so at siga burturav. Listaskálin var kanska harafturat tað seinasta av hesum buttom-up tjóðarbyggjandi tiltøkum á eldhugaðum privatum initiativi.
Í dag ber tað valla til. Tíðin er ein onnur. Nú eru ikki eldhugað privatfólk, men aðalráð, sum fyrireika politikkin og leggja hann til rættis eftir áhugamálum hjá landsstýrisfólkunum. Hvørt tað er betri skil á teimum nýggju stovnunum, sum koma til, er ilt at meta um enn. Men fleiri almennir mentanarstovnar hava ikki fingið egnan bústað. Eitt nú hevur Havnar Sjónleikarfelag, sum er listafelagið á leiklistaøkinum, leingi havt sítt stásiliga hús mitt í Havnini. Men nýstovnaði Tjóðpallurin verður hýstur inni hjá kommunalu fyrisitingini í einum fyrrverandi meiaríi. Fínasta mentanarhúsið í landinum, Norðurlandahúsið hava vit fingið næstan ókeypis uttanífrá.
Listafelagið fyrireikar byggingina
Í gerðabókini sæst, at ætlanirnar um Listaskálan reikaðu runt í býnum.
Í ársfrágreiðingini fyri 1957 stendur, at í februar hetta árið hevði O. Mortensen, arkitektur, gjørt eitt uppskot til bygging av listasavni við Tinghúsvegin. Hetta savnið var mett at kosta 300.000 kr.Á fundi nakað eftir hetta millum J. P.Hendriksen, býráðsformann, Trygva Samuelsen og Hans Niclasen, segði Trygvi Samuelsen frá, at honum dámdi einki at listaskálin skuldi vera á Tinghúsvegnum. Í staðin skeyt hann upp at byggja hann á Debesartrøð. Hetta er fimm ár eftir, at Bátahøllin hjá Fornminnisfelagnum var bygd har úti sum eina fyribils framsýningarhøli. Fundarbókin hjá Listafelagnum staðfestir annars, at menn vóru “á einum máli um, at savnið hevði komið at ligið væl fyri og at beinast var at heita á býráðið at leggja grundøki matr. nr. 428 og 429 av, so at Listasavn Føroya einaferð í framtíðini tá peningaligar fyrireikingar vóru gjørdar, kundi verða bygt har. Áheitan var send býráðnum sama dag, men hóast fyrispurningar er einki svar komið.” Matriklarnir 428 og 429 eru á leið har, ið Sloan og Heinesens hús standa.
Í ársfrágreiðingini fyri virksemið í Listafelagnum í 1963 greiðir formaðurin frá, at á nýggjárinum hetta árið segði løgmaður í nýggjárrøðuni, at landsstýrið hevði samtykt at byggja listasavn saman við útvarpshúsi á Glaðsheyggi. Aðalfundurin staðfesti í hesum viðfangi, at “Samstundis má haldast at ætlanin og fyrireikingarnar til at byggja Listasavnið á lendinum sunnan fyri viðarlundina mugu leggjast niður.” Felagið hevði við øðrum orðum ætlanir um at byggja sunnan fyri viðarlundina, men tað gjørdist altso veruleiki norðan fyri plantasjuna.
Men fyri fyrst varð einki av hesum veruleiki enn. Í 1966 kom tó ferð á. Tórshavnar kommuna hevði lovað felagnum eitt øki í Gundadali og felagið vendi sær til Palla Gregoriussen arkitekt, sum eisini er millum okkara í dag, um at gera uppskot til Listaskálan. Í mars 1968 legði Palli eitt uppskot fyri nevndina og “nevndin saman við Ingolf av Reyni og Janusi Kamban og umboðsmenn fyri arkitektin løgdu fram leysligt uppskot til bygging av listaskála í Gundadali. (…) Menn samdust um at biðja arkitektin halda fram við arbeiðinum og leggja fullfíggjaða byggiætlan fyri felagið.”
Byggingin
Í mai 1968 er útbjóðingartilfarið klárt og tilboðini komu inn í juni. Petur Michelsen fekk sjálva byggingina av húsinum fyri 180.000 kr. Í november sama ár var hita- og sanitetsarbeiðið latið Hans M. Reinert, og Leif Mohr bjóðaði sær til at gera alt tað tekniska uttan vinning, tvs. Listafelagið skuldi bara rinda fyri arbeiðsløn og tilfar til goymsluprís. Vinnulívið kundi við øðrum orðum vera filantropiskt tá.
Ein bygginevnd var sett, sum skuldi taka sær av byggingini og fáa pening til vegar. Palli Gregoriussen skuldi hava eftirlit við byggingini. Frá november 1968 og tey næstu tvey árini verður arbeitt og ikki skrivað so nógv í fundarbókina. Men so tann 31. januar 1970:
var samtykt at royna at fáa skálan til nýtslu í februar 1970 og gera eitt sindur burturúrfyrstu upplatingini. Frammanundan hevði formaðurin talað við Karsten Hoydal um atroyna at gera eina kantatu til hesa hending.
Listaskálin vígdur
21. februar 1970 var samkoma í kommuskúlahøllini við kórframførslu og røðum. Yrkingin “Eyguni” eftir Karsten Hoydal var ein kantata. William Heinesen gjørdi tónleikin, ið byggir á gomul føroysk løg í samstarvi við Karl Clausen, sum samskipaði tónleikin og sett hann út fyri kór og orkestur. Ólavur Hátún stjórnaði Útvarpskórinum, Fuglafjarða sangkóri og Tórshavnar musikkskúla. Songsolistar vóru Guðrið Øster og Ingálvur av Reyni. Oskar Hermansen las upp órímaðu ørindini. Listafelagið fekk partiturið til tónleikin til gávus.
Tá tónleikaskráin var liðug henda februardagin í 1970 fóru gestirnir niðan í sjálvan Listaskálan, har listaframsýning læt upp við føroyskari list. Í brævi til Mikines-málaran samanbar William Heinesen Listaskálan við Louisiana í Humlebæk. Úr sama brævi, sum er prentað í savninum God aften måne, god aften min ven, vita vit, at stórt gildi var seinni um kvøldið í eini matstovu, sum tá var her beint í nánd av Listaskálanum.
Listasavnið tikið yvir
Listafelagið er fegið um at tað eydnaðist so væl í allar mátar at fáa Listaskálan og at tað gekst so væl at reka hann, til Listasavnið varð stovnað og tók yvir. Her hava verið mangar forvitnisligar og góðar framsýningar, og Listafelagið hevur við stórari gleði stuðlað mongum tiltøkum í savninum, m.a. verið við til at bøta um goymsluumstøðurnar, latið stuðul til at prenta bøkurnar, sum koma út í sambandi við framsýningarnar, og at keypa verk, sum eru farin inn í goymsluna hjá savninum.