LISTAFELAGIÐ 75 ÁR
23. mars 2016 eru liðin 75 ár síðani LISTAFELAG FØROYA varð stovnað. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi við pallborðsfundi í Listaskálanum mikudagin, tann 23 mars kl. 15.
Pallborð: “Føroysk list seinastu 75 árini, nú og komandi”
Í pallborðinum sita:
Bárður Jákupsson, listamaður, sum leggur fyri við at siga søguna um føroyska list hesi farnu árini felagið hevur starvast
Hansina Iversen, listakvinna, Jóhan Martin Christiansen, listamaður og Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðingur siga sína hugsan um nútíðar føroyska list.
Kjak um list í framtíðini.
Ábit verður aftaná.
Øll eru vælkomin.
Listafelag Føroya