Móttøka í Listasavni Føroya
Í sambandi við, at hennara hátign Margretha drotning II hevur verið drotning í 40 ár, fer Føroya Løgting og Landsstýri at geva henni eina gávu, ein málning eftir Edward Fuglø.
Málningurin verður í morgin, hósdagin 29. mars kl. 14.00, avdúkaður á einari móttøku í Listasavni Føroya.
Tygum verða við hesum boðin við.
Skrá:
Nils Ohrt, stjóri í Listasavni Føroya, bjóðar vælkomin
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, avdúka listaverkið
Løgmaður sigur nøkur orð
Listamaðurin greiðir frá listaverkinum
(Tíðindafólk kunnu seta spurningar, fáa møguligar samrøður o.a.)