Ólavsøkuframsýningin 2017
Listafelagið skipar fyri afturvendandi Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum, sum í ár hevur 70 ár á baki.
Framsýningin ber heitið Ókend, og er tað upp til einstaka listafólkið at taka støðu til, týða og brúka heitið, sum teimum lystir. Hugsanin er at eggja til samskifti við heitinum sum útgangsstøði; bæði í listarligu tilgongdini og á sjálvari framsýningini, sum hugkveikjandi samband ímillum ymisku verkini, verkini og vitjandi, og vitjandi og framsýningina í sínari heild.
Í ár er dentur lagdur á at sameina arkitekturin í rúminum við listaverkini sum verða sýnd fram. Hetta verður gjørt saman við sjey innbornum listafólkum. Listafólkini arbeiða við ljóðlist, installatiónslist og skulptur. Tey eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð & Sebastian Edin, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Dan Helgi í Gong, Guðrið Poulsen, Heðin Ziska Davidsen og This Is Waa.
Hesi eru boðin við av tí orsøk, at tey á hvør sín hátt arbeiða við rúmligum og sansaligum verkum sum skulu órógva teir kendu karmanir í Listaskálanum. Við heitinum Ókend sum útgangsstøði er grundhugsanin handan hesa uppsetingina er at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi.
Umframt at hesi listafólkini eru biðin at vera við, varð heitt á øll áhugað at senda verk inn til metingar.
Eftir metingina av innkomnu verkunum, teirra relatión til heildina og heitið á framsýningini, eru 70 verk av 16 listafólkum løgd afturat.
Hesi listafólk eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Ann Mari Dam, Gyða Jacobæus, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jón Sonni Jensen, Maria Smith, Martina Sørensen, Ole Wich, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Saga Kapna, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen.
Rúmligu inntrivini, sum innbodnu listafólkini gera, skapa nýggjar karmar um innkomnu verkini; til tess at tvinna saman ymisku listagreinanar sum umboðaðar eru á framsýningini.
Listafelagið og Trina Gaard (fyriskipari og kurator) ynskja øllum vitjandi vælkomnum á Ólavsøkuframsýningina 2017.