Ólavsøkuframsýningin 2017 ókend

Listafelagið skipar fyri afturvendandi Ólavsøkuframsýningini á Listasavninum.
Øll eru vælkomin at senda verk inn og hava allar listagreinar áhuga!
Umframt at øll eru vælkomin at senda inn, eru nøkur listafólk boðin at sýna fram. Hesi arbeiða serstakliga við ljóðlist, installatiónslist og skulptur. Hesi eru boðin við av tí orsøk, at tey á hvør sín hátt arbeiða við rúmligum og sansaligum verkum sum órógva teir kendu karmanir í Listaskálanum.

Framsýningin ber heitið Ókend, og er tað upp til einstaka listafólkið at taka støðu til, týða og brúka heitið, sum teimum listir. Hugsanin er at eggja til samskifti við heitinum sum útgangsstøði; bæði í listarligu tilgongdini og á sjálvari framsýningini, sum hugkveikjandi samband ímillum ymisku verkini, verkini og vitjandi, og vitjandi og framsýningina í sínari heild.

Við vón um at savna saman góða list og at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi á Ólavsøkuframsýningini 2017, verður heitt á listafólk at senda inn.

Allar listagreinar hava áhuga, og rúm er eisini fyri enn eiri ljóðlistaverkum, instal- latiónum og skulpturum.

Heilsan Trina Gaard,
fyriskipari av Ólavsøkuframsýningini 2017

VEGLEIÐING FYRI INNLATING AV VERKUM TIL METINGAR:
HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR TIL ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGINA 2017?

Ein og hvør kann lata verk inn til metingar. Bæði einstaklingar og bólkar eru vælkomin at lata verk inn. Fyriskiparin vil eisini sera fegin leggja dent á, at allar listagreinar hava áhuga!

HVUSSU FYRIHELDUR MAN SEG TIL HEITIÐ ÓKEND?
Tað er upp til einstaka listafólkið at taka støðu til, týða og brúka heitið, sum teimum listir.

NÆR ER FREIST AT LATA INN?
Innlating av verkum gongur fyri seg umvegis teldupost. Hetta merkir við talgildari skjalprógvan av verkunum. Freistin er leygardagin 1. juli 2017. Verk skulu sendast til olavsokuframsyningin2017@gmail. com

HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN?
Tað ber til at lata so nógv verk inn sum tær listir, men tað skal viðmerkjast um fyriskiparin kann velja nøkur út, ella um øll verk skulu sýnast saman.

Fyri hvørt verk skulu minst tríggjar, og í mesta lagi mm, myndir viðhe ast, og hesar skulu vera av bæði heild og smálutum.

Talgild verk kunnu eisini latast inn umvegis leinkju til heimasíðu ella líknandi.

HVUSSU VIÐ ELDRI VERKUM?
Verkini skulu helst ikki vera eldri enn tvey ár. Um verkini ikki eru sýnd fram áður og fyrihalda seg á serstakan hátt til temaðið ‘ókend’, so kunnu hesi sendast inn, hóast tey eru eldri enn tvey ár.

HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM?
Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíla) skal vera navngivið við navni á listafólki og nummari á verki. Harumframt skal eisini latast inn:

1) Ein greiður listi við nummari á hvørjum verki við tilhoyrandi heiti, árstal, stødd/longd, nøgd/upplag, tilfari, prísi, og annars øðrum viðkomandi upplýsingum.

2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-postur.
3) Stutt frágreiðing sum lýsir tankarnar handan verkini, og hvar heitið ‘ókend’ hevur sín leiklut í verku- num.
GG! Skjalprógvan/myndir skulu vera av nóg høgari góðsku, so fyriskiparin ikki er í iva um hvussu verkið sær út!

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Í FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI?
Avgerðin hjá fyriskipara verður send út umvegis teldupostin, sum er sendur við verkunum. Svar verður sent í seinasta lagi 8. juli kl.18.

UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á FRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEING- ING OG LÍKNANDI?
Fyriskiparin av Ólavsøkuframsýningini stendur fyri hesum og hevur fullan rætt at ráða yvir framsýningini og at hanga verk upp.

HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ?
Listafólkið skal lata alla tekniska útgerð inn saman við verkunum. Set teg í samband við fyriskiparan frammanundan umsóknarfreistina um okkurt er.

NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN?
Útvald verk skulu latast fyriskiparanum á Listasavni Føroya mánadagin 24. juli millum kl. 12 og 16. Listafólkið stendur sjálvt fyri utningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. Til ber at biðja um hjálp til utning frá fyriskiparanum, um hetta avtalast í góðari tíð.

HVUSSU ER VIÐ TRYGGING?
Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya frá 24. juli til 6. august 2017.

UM EITT VERK VERÐUR SELT?
Verður eitt verk selt, so verður 25% av prísinum á verkinum latin til Listafelag Føroya. Tískil skal hetta vera íroknað prísinum, sum verður latin inn við verkunum. Peningurin verður útgoldin, tá keypari hevur goldið upphæddina til Listafelag Føroya.

NÆR SKULU VERK AVHEINTAST?
Øll verk, sum ikki verða seld, skulu heintast á Listasavni Føroya, tá ið framsýningin letur a ur. Hetta er í seinasta lagi mánadagin 6. august 2017 kl. 18.00!

FRAMSÝNINGIN VERÐUR Á LISTASAVNI FØROYA Í TÍÐARSKEIÐINUM 28. JULI TIL OG VIÐ 6. AUGUST.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi Ólavsøkuframsýningini 2017, so ert tú vælkomin at seta teg í sam- band við fyriskiparan á olavsokuframsyningin2017@gmail.com ella ringja á 555581.