Opið hús -Janus Kamban 110 ár
Opið hús -Janus Kamban 110 ár
10. septembur í ár vóru 110 ár síðani Janus Kamban varð borðin í heim. Í hesum sambandi skipar Listafelag Føroya fyri opnum húsi í Kambans húsi, Listamannahúsið á Dalatrøðni Klokkaragøta 42, leygardagin 11. Novembur 2023 frá kl 14 til 17.
Janus, sum andaðist 2. mai 2009, skrivaði í testamenti sínum, at ognir hansara skuldu fara í grunn, nevndur Listamannahúsið á Dalatrøðni. Hesin grunnur verður stjórnaður av nevndini í Listafelagi Føroya.
Janus hevði gjørt sær tankar um tørvin á einum listamannahúsi, m.a. stóð í testamentinum: ”Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið í Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í.
Húsini á Dalatrøð standa eisini útlendskum listamanni í boði, -í býti við onnur hús, sum kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur. Eisini rithøvundar kunnu fáa innvist, um húsini eru tøk.
Palli Gregoriussen teknaði Janusi húsini í 1966 og síðani á sumri í 2015, hava listafólk í styttri og longri tíðarskeið arbeiða og búleikast í húsunum í Klokkaragøtu.
Nú fær almenningurin høvi at síggja húsini komandi leygardag 11.novembur kl 14-17. Í hesum sambandi kunnu limir listafelagsins ogna sær eitt eintak av serprentinum “Likkur” fyri kr 1500 kr. eitt prent pr, lim. Goldið verður á staðnum, høvi er eisini at tekna seg sum lim.
Gevi gætur, tað er ringt at parkera í Klokkaragøtu.