Útferð til Klaksvíkar

0
366

Leygardagin 16. november skipar Listafelagið fyri útferð til Klaksvíkar. Vitja verður í Christianskirkjuna. Edward Fuglø, listamaður greiður frá listarverkunum í kirkjukjallaranum.

Tað er 10 træskurðarmyndir við felagsheitinum “Jesus úr Nazareth”

Helgi Fossadal verður ferðaleiðari og fer hann eisini at greiða frá arbeiðinum at restaurera altartalvuna hjá Joakim Skovgaard frá 1901.

Bussur fer frá Listasavninum kl 14:00, stundisliga, vit eru aftur í Havn uml. kl 18

Kostnaður 50,- kr

Melda til á: listafelag@olivant.fo ella tlf 558090